B36 bókin "Her er tað stuttligt"

Nýggja B36 bókin "Her er tað stuttligt"
Kom á marknaðin 29 apríl 2018


Vørunummar: bok2


DKK 299,00

Í bókini, sum er 348 síður til støddar, verður tikið saman um søguna hjá B36. Eisini verður nortið við grundvirðini í felagnum – herundir stóra ungdómsarbeiðið, sum dag og dagliga verður gjørt í Gundadali.

Venjarar og profilar verða eisini lýstir, eins og tikið verður saman um einstøku kappingarárini.

Áður hevur B36 givið út bókina, Rennið dreingir, ið fevnir um fyrstu 60 árini av felagssøguni. ”Her er tað stuttligt” hevur tí høvuðsdentin á árini frá 1997 fram til í dag, men ein partur av bókini viðgerð eisini, hvussu B36 broyttist seinnapartin av 80’unum, har felagið frá at vera sonevnt elevatorlið mentist til ein støðugan spælara í føroyska fótbóltsoddinum.

Tað er Jákup Mørk, sum hevur skrivað størsta partin av bókini. Hannis Egholm hevur sniðgivið, eins og hann hevur skrivað einstakar partar. Føroyaprent hevur staðið fyri prent og innbindan.


Aðrir kundar hava eisini hugt eftir

Samsung Galaxy S8, dual sim

S8 við dual sim - pláss til 2 sim kort 5,8...

S8 við dual sim - pláss til 2 sim kort 5,8" Super AMOLED skærm 12 MP (Dual Pixel) kamera 64 GB intern hukommelse 2.3GHz + 1.7GHz Octa-core proces...

Apple lightning USB kaðal

Hóskar til nýggjastu modellini frá App...

Hóskar til nýggjastu modellini frá Apple

Samsung Galaxy S9, 64gb Midnight Black

Tann nýggjasta og besta frá Samsung 5.8...

Tann nýggjasta og besta frá Samsung 5.8" QHD sAMOLED skærm 12 Megapixel kamera 64 GB hukommelse Octa-Core 2.7GHz + 1.95GHz (4,0 GB RAM) Andr...